Í nógv ár hava vit verið við til at útbúgva søluatstøðingar. Sum lærlingur hjá okkum eru møguleikarnir nógvir. Vit bjóða góða upplæring og eitt mennandi og sosialt lærupláss. Sum lærlingur fært tú arbeiðsroyndir sum eru góðar at hava seinni í lívinum, og av tí at Skálkur samtaki er stórt, eru nógvir møguleikar tá lærutíðin er liðug. Tú kanst brúka tína útbúgving innan nógv økir, og hóast tú ert handilslærdur, merkir tað ikki at tú skalt arbeiða í handli restina av tínum lívið, lærutíðin gevur tær nemliga góðar møguleikar, eisini um tú ynskir at lesa víðari.