Bílegging

Bílegging

Kann eg broyta mína bílegging

Um tú hevur skriva skeiva teldupostadressu í tína bílegging, so kanst tú seta teg í samband við okkum á kundatanasta@skalkur.fo – so rætta vit tað til.

Ynskir tú at broyta tína bílegging, so kanst tú trýsta á “svar” til tína ordraváttan og skriva okkum ein teldupost um hvat tú ynskir at broyta.

 

Kann eg strika mína bílegging

Ynskir tú at strika tína bílegging, so kanst tú trýsta á “svar” til tína ordraváttan og geva okkum eina fráboða um at tú ynskir at strika ordran. Um ordrin er sendur frá okkum kunna vit biðja Posta koma eftir honum aftur, tá tú hevur móttikið ordran.

 

Hvat geri eg um ein vøra manglar í pakkanum?

Trýst á svar inni á ordraváttani og send okkum eina fráboðan um hvør vøra manglar.

 

Hvat geri eg um okkurt er galið við vøruni, tá tú móttekur ordran?

Um feilur er við tí sum tú hevur bílagt, skalt tú innan rímiliga tíð fráboða okkum um hetta, tað kanst tú gera við at trýsta á svar á tíni ordraváttan, og senda okkum eina fráboðan, gjarna við myndum um hvat er galið. Tú ert kanst eisini fara inn í viðkomandi handil í SMS ella Saltangará og boða frá feilinum.

 

Kann eg býta vøruna eg havi keypt um?

Vøran kann umbýtast innan 12 dagar, treyta av at hon er í samað standi, sum tá hon varð keypt. Við eini kvittan kann reiður peningur latast aftur. Er ongin kvittan, men umbýtingarmerki, verður ein tilgóðarseðil latin. Tú kanst eisini býta um til aðra vøru. Um jólini er serligur umbýtingarrættur, ið er galdandi frá 01. november til og við fyrsta mikudag í nýggja árinum.

 

Útsøluvøra kann býtast um við aðra útsøluvøru.