
Privatlívspolitikkur
Innleiðsla
Klædnakøni er dátuábyrgdari fyri viðgerð av tínum persónsupplýsingum.
Allar tilvísingar í hesum privatlívspolitikki til “vit”, “okkum” ella “okkara” vísa til Klædnakøni og okkara nethandil.
Vit virða privatlív títt og pliktað okkum at verja tínar persónsupplýsingar í samsvari við galdandi føroyska dátuverndarlóg og evropeisku dátuverndarreglugerðina (GDPR).
Hesin privatlívspolitikkur lýsir, hvussu vit savna, brúka og verja tínar persónsupplýsingar, tá tú vitjar ella keypir á okkara heimasíðu, ella setur teg í samband við okkum.
Vit savna ikki fleiri persónsupplýsingar enn neyðugt til at veita okkara tænastur og uppfylla galdandi lóg.
Dátuábyrgdari
Sp/f Klædnakøni
Tinghúsvegur 49
100 Tórshavn
V-tal: 569682
Telefon: 315402
Teldupostur: kundatanasta@skalkur.fo
Nær innsavna vit tínar dátur?
Vit innsavna persónsupplýsingar um teg, tá tú:
- Keypir vørur á okkara nethandli
- Stovnar og brúkar kundakonto (mín vangin)
- Leggur vørur í kurvina á nethandlinum
- Setur teg í samband við okkum við telduposti, telefon ella sosialum miðlum
- Meldar teg til okkara tíðindabræv
- Nýtir okkara heimasíðu
Um tú leggur vørur í kurvina og skrásetir teldupostadressu, men ikki fullførir keypið, kunnu vit senda tær eina áminning um gloymda kurv fyri at hjálpa tær at fullføra keypið.
Vit innsavna einans tær upplýsingar, sum tú sjálv/ur gevur okkum, ella sum eru neyðugar fyri, at okkara nethandil og tænastur skulu virka.
Hví savna vit tínar upplýsingar?
Vit viðgera tínar persónsupplýsingar á hesum grundarlagi:
- Uppfylling av sáttmála, tá tú keypir vørur hjá okkum
- Lógarkrav, t.d. sambært bókhaldslógini
- Samtykki, tá tú meldar teg til tíðindabræv
- Løgligur áhugi, t.d. í sambandi við gloymda kurv og betran av okkara tænastum
Starvsumsóknir
Tá vit lýsa eitt starv leyst og tú sendir okkum eina umsókn, viðgera vit tær persónsupplýsingar, tú gevur okkum, so sum navn, kontaktupplýsingar, CV, umsókn og aðrar viðkomandi upplýsingar.
Endamálið við viðgerðini er at meta um, hvør er best skikkaður til starvið og at umsita setanartilgongdina.
Viðgerðin verður gjørd við heimild í § 8, stk. 1, nr. 2 í føroysku dátuverndarlógini.
Allar umsóknir verða strikaðar í seinasta lagi 6 mánaðir eftir, at starvið er sett, uttan so at tú hevur givið samtykki til longri goymslu.
Gjøld á netinum
Tá tú rindar á netinum, verður tú beind/ur yvir á eina trygga gjaldssíðu, har gjaldkortupplýsingarnar kunnu tøppast inn.
Øll gjøld verða viðgjørd í skipanum hjá okkara gjaldsavgreiðsluveitara Nets, og verða kortdátur góðkendar sambært hægstu trygdar- og verjuásetingum.
Vit viðgera ella goyma ikki kortdátur innanhýsis hjá Klædnakøni.
Egin vangi
Um tú stovnar ein egnan vanga á okkara nethandli, kunnu vit skráseta og goyma tínar upplýsingar og bíleggingarsøgu, so vit kunnu:
- Umsita tín vanga
- Gera tað lættari hjá tær at bíleggja aftur
- Kenna teg aftur, tá tú ritar inn
- Geva tær yvirlit yvir tínar bíleggingar
Upplýsingarnar kunnu eisini brúkast til hagtøl og betran av okkara tænastum.
Hvussu verja vit tínar persónsdátur
Vit hava sett hóskandi teknisk og skipanarlig trygdarátøk í verk at verja tínar persónsupplýsingar móti óheimilaðari atgongd, missi og misnýtslu.
Atgongd til persónsupplýsingar er avmarkað til starvsfólk, sum hava tørv á teimum í arbeiði sínum, og vit arbeiða einans saman við álítandi tænastuveitarum, sum lúka galdandi dátuverndarkrøv.
Hvussu leingi varðveita vit tínar persónsdátur?
Vit varðveita persónsupplýsingar einans so leingi, sum tað er neyðugt fyri endamálið og í samsvari við galdandi lóg.
- Keyps- og gjaldsupplýsingar verða varðveittar í upp til 5 ár sambært bókhaldslógini.
- Upplýsingar í kundakonto verða varðveittar, so leingi vangin er virkin.
- Tíðindabræv verða varðveitt, til tú meldar teg frá.
- Starvsumsóknir verða strikaðar í seinasta lagi 6 mánaðir eftir setan.
Nýtsla av kennifílum
Vit brúka kennifílur (cookies) á okkara heimasíðu fyri at tryggja, at nethandilin virkar og fyri at betra um brúkaraupplivingina.
Kennifílur verða m.a. brúktar til at:
- Minnast innstillingar og kurv
- Greina vitjanir (t.d. við Google Analytics)
- Betra okkara tænastur
- Víðari vísa viðkomandi marknaðarførslu
Aðrar enn neyðugar kennifílur verða bert brúktar við samtykki.
Letur Klædnakøni triðja part síggja dátur?
Vit deila ikki persónsupplýsingar við triðja part, uttan tá tað er neyðugt.
Vit kunnu deila upplýsingar við:
- Gjaldstænastuveitara (Nets)
- Hosting- og webshop-veitara
- Flutningsfelag
- Teldupost- og marknaðarførsluskipan (Mailchimp)
- Greiningartól (Google Analytics)
Mailchimp kann í ávísum førum flyta upplýsingar uttanfyri ES/EØS. Slík flyting fer fram sambært galdandi dátuverndarlóg og við neyðugum trygdarskipanum.
Tíni rættindi
Sambært dátuverndarlógini og GDPR hevur tú hesi rættindi:
Rætturin til innlit
Tú kanst biðja um at fáa innlit í tær persónsupplýsingar, vit hava skrásett um teg, og hvussu tær verða viðgjørdar.
Rætturin at rætta
Tú kanst fáa skeivar ella ófullfíggjaðar upplýsingar rættaðar.
Rætturin til at strika (rætturin at verða gloymd/ur)
Tú kanst í ávísum førum biðja um, at vit strika tínar persónsupplýsingar.
Rætturin at avmarka viðgerð
Tú kanst krevja, at viðgerðin av tínum upplýsingum verður avmarkað undir ávísum umstøðum.
Rætturin til dátuflytføri
Undir ávísum treytum kanst tú fáa tínar upplýsingar útflýggjaðar í einum vanligum formati.
Rætturin at mótmæla
Tú kanst mótmæla, at vit viðgera tínar persónsupplýsingar, m.a. til marknaðarførslu.
Rætturin at taka samtykki aftur
Um okkara viðgerð byggir á samtykki, kanst tú altíð taka tað aftur.
Tú hevur eisini rætt at klaga til Dátueftirlitið.
Tak samband við okkum
Um tú ynskir at nýta tíni rættindi ella hevur spurningar:
📧 kundatanasta@skalkur.fo
📞 315402